Nakkaverja

Meginparturin av nakkaverjum í bilum er stillaður skeivt. Í flestu førum er nakkaverjan ov lág og ov langt afturi. Hetta kann hava við sær koyrilsbrest (piskesmæld), tí høvdið verður syft afturá upp um nakkaverjuna og síðan kastað fram aftur.

 

Sært tú í speglinum, at tú verður árend/ur aftanífrá, skalt tú trýsta høvdið móti nakkaverjuni og hyggja beint fram.

 

Stilla nakkaverjuna rætt

  • Ovari kantur á nakkaverjuni skal vera áraka ovasta part av høvdinum
  • Stólabakið skal vera upprætt. Fjarstøðan millum nakka og nakkaverju skal vera so lítil, sum til ber
  • Nakkaverjan skal heldur verða stillað ov høgt enn ov lágt. Eru tit fleiri, ið koyra sama bil og eru ymisk til hæddar, kunnu tit stilla nakkaverjuna soleiðis, at hon er eitt sindur ov høg til minna persónin