Stoytkoddi*

Stoytkoddin (airbag) bjargar lívi, men hann er ein eyka trygdarskipan og kann ikki verða nýttur í staðin fyri trygdarbeltið. Tú kanst fáa løst av stoytkoddanum, um tú ikki situr íbundin.

 

Stoytkoddi er samansettur av einum kodda, sum blæsist upp, eini tendriløðing, einum gassílati og sensorum. Eru umstøðurnar tær røttu, verður løðingin kveikt og koddin fyllist við gassi eftir lítlari løtu. Gassið fer úr aftur koddanum næstan beinanvegin. Samanstoyturin hjá tær við koddan hendir so skjótt, at tú valla fatar tað. Tú eigur ikki at sita ov tætt at stoytkoddanum.

 

Set ongantíð bakvendan bilstól við virknan stoytkodda

Tað er ólógligt og lívshættisligt at seta bakvendan barnastól við ein stoytkodda. Eitt barn undir 140 cm eigur heldur ikki at sita við ein virknan stoytkodda. Síðustoytkoddarnir eru vandaleysir fyri børn í bili. Tó eiga hvørki børn ella vaksin at hvíla høvdið móti hurðini, um her eru síðustoytkoddar.

 

* Stoytkoddi = airbag