Trygdarbelti í bili

Sambært lóg skulu øll vera íbundin trygdarbelti í bili. Ert tú 15 ár ella eldri hevur tú sjálv/ur ábyrgd av at binda teg í. Tú fært bót, verður tú tikin av løgregluni, og tú ikki situr í trygdarbelti.

 

Børn upp til 135 cm skulu vera íbundin góðkenda trygdarútgerð, sum hóskar til aldur og stødd á barninum. Bilførarin hevur ábyrgd av, at børn upp til 15 ár eru rætt íbundin. Eru tey ikki tað, kostar tað eitt klipp í koyrikortið hjá bilføraranum umframt eina bót.

 

Les meira um børn og trygdarútgerð í bili.