Trygdarbelti í bussi

Bussar, sum eru skrásettir eftir 1998 í Føroyum, skulu hava trygdarbelti í øllum setrum, býbussar tó undantiknir. Meginreglan er, at um trygdarbelti eru í bussinum, skulu tey verða brúkt. Ert tú 15 ár ella eldri, kanst tú fáa bót frá løgregluni, um tú ikki situr íbundin í bussi, har ásett er at nýta trygdarbelti.

 

Børn úr trimum árum skulu vera íbundin, um trygdarbelti eru í bussinum. Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir til, at børnini harumframt sita íbundin við aldurssvarandi trygdarútgerð. Gev gætur, at næstan eingin trygdarútgerð til børn er góðkend til mjadnabelti, tað er tveypunktsbelti.

 

Bussførarin hevur ábyrgd av, at børn undir 15 ár sita íbundin ella í øðrum føri at upplýsa tey um, at tey skulu sita íbundin. Upplýsingarskyldan kann fara fram á henda hátt:

 

  1. Kunning frá bussføraranum
  2. Kunning frá fylgjara hjá barninum
  3. Kunning á sjónvarpsskíggja í bussinum
  4. Kunning við skelting

 

Les Á ferð við stovninum.