Trygdarbelti í hýruvogni

Meginreglan er, at øll ferðafólk í hýruvogni skulu sita íbundin trygdarbelti. Er góðkend útgerð tøk til børn undir 3 ár, skal hon verða nýtt. Børn eldri enn 3 ár skulu verða spent føst við trygdarútgerð, um hon er til, ella við vanliga trygdarbeltinum á baksetrinum. Spyr, tá ið tú bíleggur hýruvogn, um barnaútgerð er tøk. Er hon ikki tað, kanst tú hava egna útgerð við.

 

Er eingin aldurssvarandi trygdarútgerð til børn í hýruvogninum, skal barnið á baksetrið. Ert tú 15 ár ella eldri, kanst tú fáa bót frá løgregluni, um tú ikki situr í trygdarbelti í hýruvogni.

 

Hýruvognsførarin hevur ábyrgd av, at børn undir 15 ár eru íbundin sambært lógarkrøvunum. Eru tey ikki tað, fær førarin eitt klipp í koyrikortið.