Trygdarbelti í viðgongutíðini

Brúka altíð trygdarbelti – tað er tryggast fyri mammuna og barnið í búkinum. Gáa eftir, at tú nýtir trygdarbeltið rætt.

 

Niðari partur av trygdarbeltinum, mjadnabeltið, skal altíð liggja um mjadnarnar niður móti lørunum – ikki um búkin – og skal strammast væl. Ert tú við barn, er serstakliga týdningarmikið, at beltið liggur undir búkinum, og at tað er stramt. Skákbeltið skal liggja millum bróstini og á síðuni á búkinum. Legg ongantíð trygdarbeltið undir armin ella aftur um bak. Flyt setrið so langt aftur, sum til ber, tá tú koyrir bil. Ert tú ferðafólk í bili, er best at flyta setrið heilt aftur.

 

Seint í viðgongutíðini kann vera váðið at sita við róðrið, einamest orsakað av stoytkoddanum. Um tað ber til, er betur at vera ferðafólk í bilinum og at flyta setrið heilt aftur.