Tryggja viðførið

Viðføri skal tryggjast væl í bili. Leysir lutir í bilinum kunnu hava við sær álvarsligar avleiðingar fyri ferðafólk. Um ein bilur bráðsteðgar, fleirfaldast megin á leysa lutinum, tá hann verður sendur fram í bilinum. Vigar ein lutur t.d. trý kilo, verður hann kastaður fram við eini megi samsvarandi 90 kilo, um ein bilur bráðsteðgar við 50 km/t.

 

Soleiðis kanst tú tryggja viðførið

  • Nógv útgerð er, sum kann tryggja viðførið í bilinum. T.d. stroppar, viðførisnet, takboks og takstativ.
  • Set rimaverk millum ferðafólkarúmið og viðførisrúmið í bilinum. Rimaverkið skal forða fyri, at lutir verða sendir úr viðførisrúminum inn í ferðafólkarúmið.
  • Lítlir lutir í ferðafólkarúminum skulu leggjast í handskarúmið ella undir setrið. Stórir lutir skulu í viðførisrúmið og tryggjast í eini boks ella við viðførisneti.
  • Nýt innbygdar krókar, um slíkir eru, at forða tungum viðføri at skreiða móti baksetrinum og oyðileggja tað.
  • Tungir lutir í viðførisrúminum skulu liggja lágt og so tætt stólabakinum, sum til ber. Liggja teir heilt upp at baksetrinum, er ikki pláss til ferðøking hjá lutinum, tá bilurin bráðsteðgar.
  • Legg lættastu lutirnar ovast, men bara upp til nakkastuðulin á baksetrinum.
  • Lat ikki viðførið forða fyri sýninum sýninum hjá bilføraranum.
  • Legg ikki lutir á hattahillina.