Uttanlands í bili

Túsundtals føroyingar fara á hvørjum ári av landinum at ferðast. Nógv hava egnan bil við sær og onnur leiga bil í útlandinum. Minst til at leggja túrin væl til rættis, áðrenn tú fert avstað. Langir teinar, ein ovfyltur bilur, ónøgd børn og ein troyttur bilførari kunnu gera biltúrin til eina sanna avbjóðing, tí er umráðandi at bæði bilur og bilførari eru væl fyri, tá tit fara avstað.

 

Tá tú ert í feriu, koyrir tú ofta á ókendum støðum og undir umstøðum, tú ikki ert von/vanur við. Ferðslan kann vera nógv, og mong atlit eru at taka. Ver rólig/ur og legg til rættis soleiðis, at tú altíð hevur stundir at halda hámarksferðina, at handfara møguligar  seinkingar og at halda steðg av og á. Umráðandi er at gáa eftir, at ein fulllastaður bilur hevur aðrar koyrieginleikar enn ein bilur uttan viðføri.