10 ferðsluráð uttanlands

Eru tit uttanlands og ferðast við bili, eru støð og umstøður ofta fremmand. Kanska eru tit fleiri fólk í bilinum, ferðslan er nógv og nýggj atlit at taka. Niðanfyri eru 10 góð ráð til tykkum, sum fara uttanlands at ferðast við bili.

 

  1. Halt hámarksferðina – og frástøðuna til bilin frammanfyri. Koyrir tú skjótari, enn loyvt er, økist vandin fyri ferðsluvanlukku munandi og sannlíkindini fyri, at vanlukkan gerst álvarslig, økjast eisini. Bremsilongdin økist við 25 metrum, um tú koyrir 100 km/t heldur enn 80 km/t. Fyri at halda rætta frástøðu, er gott at minnast tummilsregluna, at telja: ”1001, 1002 og 1003” millum tín bil og bilin frammanfyri.
  2. Ver edrú/ur. Promillumarkið er ymiskt í ymsum landum. Summa staðni kanst tú drekka eitt glas av víni og vera røttu megin í lógini. Men tað kann vera skjótt at drekka meira enn ætlað, og vandin fyri ferðsluóhappi økist munandi við heilt lágari promillu.
  3. Nýt trygdarbeltið. Øll í bilinum skulu vera íbundin trygdarbelti. Børn skulu sita í bilstóli, sum hóskar til teirra vekt. Djór skulu eisini tryggjast í bilinum. Tryggast er at hava størri djór í sterk flutningsbúr, sum verður spent fast í viðførisrúminum. Smá djór kunnu setast á dúrkið í búri, sum stendur fram móti framsetrinum.  
  4. Pakka skilagott. Ofta er bilurin fyltur við viðføri, tá vit ferðast uttanlands við bili. Koyrieginleikarnir hjá einum fulllastaðum bili broytast. Pakka tyngstu lutirnar niðast og so langt fram í viðførisrúminum, sum til ber. Bert lættir lutir kunnu fara í takboksina, í mesta lagi 50-75 kg.  Lat ikki leysar lutir liggja í ferðafólkarúminum í bilinum. Eitt myndatól, sum vigar 2 kg, fær eina megi samsvarandi 110 kg, um ein bilur bráðsteðgar við 70 km/t.
  5. Minst til trygdarvest og ávaringartríkant. Lat trygdarvest og ávaringartríkant vera lætt atkomulig. Skuldi tú verið árend/ur aftanífrá, soleiðis at viðførisrúmið er trupult at lata upp, hevur tú hesi við hondina. Hendir eitt óhapp á motor- ella landavegi, eigur tú at lata teg í vestin, um tú fert út úr bilinum – eisini ljósar summardagar.
  6. Hugsa um børnini. Til ber at fáa tablettir fyri bilverk, og kunnu hesar vera hentar at geva børnum í sambandi við longri biltúrar. Lat ikki børnini eta ov nógv søtt áðrenn biltúrin. Harðlig koyring við nógvari akselerasjón og bremsing elvir lættliga til vaml. Vandin fyri vanlukkum økist harumframt við slíkari koyring, og bilurin brúkar meira brennievni.
  7. Vatna bilføraran. Ov lítil væta kann hava við sær, at bilførarin gerst troyttur. Hav tí nóg mikið av vætu – helst vatni – til biltúrin. Kaffi og søtir drykkir javna ikki vætumissin. Et lættar máltíðir, so tú ikki verður lin/ur. Koyr ikki ov long strekki í senn og hvíl javnan.
  8. Kanna dekk og lufttrýst. Ov nógv ella ov lítið av luft í dekkunum avmarka vegtakið og trygdina. Lufttrýstið skal lagast eftir mátunum á dekkunum, ferðini og hvussu nógv bilurin er lastaður. Stór ferð og tung last krevja hægri lufttrýst enn býarkoyring við lítlari last. Slitin dekk økja vandan fyri ’aquaplanning’ í regni og á heitum asfalti.
  9. Avmarka fartelefonnýtsluna. Handhildin fartelefon er bannað hjá bilføraranum. Kanningar vísa tó, at sjálv samrøðan eisini tekur uppmerksemið burtur frá koyringini, eisini við handfríari útgerð. Avmarka tí samrøðurnar og brúka als ikki telefon, tá koyriumstøðurnar og ferðslan eru krevjandi.
  10. Neyðnummar. Lær teg neyðnummarið í landinum, tú koyrir í, so tú ert fyrireikað/ur, um óhappið skuldi hent.