Áðrenn tit fara

Pakka bilin rætt

Lat ikki leysar lutir liggja inni í bilinum, tí tú kanst fáa teir sendandi í nakkan ella aðra staðni, um tú bráðsteðgar ella rennir á. Sjálvt smáir, leysir lutir kunnu elva til stóran skaða á fólkini í bilinum. Tá bilurin er fyltur við viðføri, skal meira luft í dekkini, um bilurin skal hava besta vegtakið.

 

Kanna bilin

Tá tú fert burtur at ferðast í egnum bili, er umráðandi at gera bilin kláran til langa biltúrin og møguliga øðrvísi umstøðurnar. Mælt verður til at sýna:

  • Bremsur og bremsuløg
  • Køliskipan og kølievni
  • Motorolju og oljufiltur
  • Dekk
  • Ljós og lyktir
  • Luftskiftisskipan (aircondition)

 

Eisini er tað eitt gott hugskot at vaska og tøma bilin, so hann er góður at vera í.

 

Útgerð

Tá koyrt verður uttanlands, skal havast í huga, at reglur eru um lógarkravda útgerð í bilinum, og reglurnar eru ymiskar, alt eftir hvar tú ert. Eitt krav, sum er í flestøllum londum, er, at fólk, sum fara úr bilinum ella av motorsúkkluni á motor- ella landavegi, skulu vera í endurskinsvesti. Tað kann gerast viðkomandi, um bilurin punkterar ella í sambandi við samanstoyt, tí er umráðandi at hava endurskinsvestin tætt hjá sær.

 

Koyrir tú í Europa, er skilagott at hava hesa útgerð tøka:

  • Endurskinsvest
  • Ávaringartríkant
  • Fyrstuhjálpartasku
  • Eyka sett av perum
  • Eldsløkkjara
  • Lummalykt

 

Les um kravda útgerð, ferðslureglur o.a. í ymsu europeisku londunum á fdm.dk (Forenede Danske Motorejere).

 

Løð fartelefonina

Syrg fyri, at fartelefonin altíð er lødd, tá tit koyra bil, tí neyðugt kann verða at senda boð eftir hjálp.

 

Undirhald til børnini

Minst til leiku, filmar, bøkur ella ljóðbøkur at halda børnini virkin við. Ljóðbøkur eru eitt gott hugskot. Tit kunnu lurta saman eftir teimum, ella kunnu børnini lurta í oyratelefonum, so friður er í bilinum.

 

Skjøl o.a.

Minst til at hava við tær øll viðkomandi skjøl til biltúrin. Kanna fyri einstaka landið, hvørji krøv eru galdandi. Tú skalt altíð minnast til:

  • Koyrikort
  • Upprunaliga skrásetingarskjalið hjá bilinum
  • FO-frámerki – góðkent frámerki skal vera aftan á bilum og húsvognum, tá teir eru uttanlands. Merkið fæst á Akstovuni
  • Reyða kortið (skrokktrygging)
  • Grøna kortið – er kravt í ávísum londum uttan fyri ES
  • Umhvørvismerki – eru kravd í ávísum týskum býum
  • Neyðtelefonnummar

 

Ymisk krøv kunnu vera um skjøl o.a. í ávísu londunum. T.d. eru umhvørvismerki kravd fyri at kunna koyra í ávísum týskum býum, og í Fraklandi er krav, at allir bilar hava ein alkoholtestara.

 

Set teg í samband við títt tryggingarfelag fyri at hoyra, hvørji skjøl tú skalt hava við tær til ávísa landið, tú skalt ferðast í.