Meðan tit koyra uttanlands

Halt nógvar steðgir

Umráðandi er at halda steðg javnan, tá tú koyrir langar teinar. Sum tummilsreglu kanst tú siga, at tit steðga eina ferð fyri hvørjar tveir tímar. Far út úr bilinum, fá fríska luft og strekk tær beinini. Eru børn í bilinum, er gott hjá teimum at sleppa út at brenna eitt sindur av orku. Steðga á, áðrenn møðin vísir seg. Lat onkran annan koyra, fá tær ein kopp av kaffi ella hvíl teg eina løtu.

 

Gáloysni

Hugsavna teg um vegin og ferðsluna. Tá fólk ferðast í bili, koyra tey ofta ’skeivar’ tíðir á samdøgrinum og á vegum, tey ikki kenna. Tí krevst stórt uppmerksemi. Lat onnur lata upp vatnfløskur, posar o.a. fyri teg, so tú fært savnað teg um at koyra. Tú kanst eisini bíða, til tit steðga á. Skalt tú tosa í telefon, steðga bilinum, tá tað ber til.

 

Børn í bilinum

Syrg fyri at halda børnini virkin við leikum, filmi ella bókum. Eru tit tvey vaksin í bilinum, skal annað tykkara savna seg um at koyra, meðan hin kann taka sær av børnunum.

 

Gev børnunum frukt og vatn heldur enn góðgæti og sodavatn. Sukur hevur við sær, at tey verða meira virkin, og tað verður ófriðarligt í bilinum.

 

Lat børnini hyggja at filmi ella tak nakrar ljóðbøkur við. So kunnu tit øll lurta saman, ella børnini kunnu lurta við oyratelefonum.

 

Et og drekk sunt

Drekk ríkiligt av vatni og et frukt og grønmeti heldur enn góðgæti. Sunnar matvørur tryggja, at tú kennir teg væl leingi. Sodavatn og góðgæti virka bert stimbrandi eina lítla løtu.

 

Bilurin er tyngri enn vant

Hav í huga, at vektin á bilinum kann økjast við upp í 40 %, tá hann er fult lastaður. Tað hevur við sær, at bremsilongdin økist, og tað tekur longri tíð at steðga bilinum. Koyr varliga.

 

Fylg við veðurvánunum

Ver dagførd/ur um veðurvánir og støðuna á vegnum. Stórur munur kann vera á hita og avfalli í ymsum londum og landslutum.

 

Um óhappið hendir

Spyr títt tryggingarfelag, hvønn tú skalt venda tær til, um tú skuldi verið fyri ferðsluóhappi uttanlands.