Møði á biltúrinum

Tú eigur at vera væl hvíld/ur, tá tú fert at koyra. Hevur tú verið í gongd ein heilan dag, er umráðandi at tú hvílir teg, áðrenn tú fert avstað. Ofta verður koyrt leingi fyri at koma vegin fram skjótast til ber, men tað ávirkar trygdina, um tú koyrir, tá tú ert móð/ur. Gransking vísir, at um tú koyrir í samfeldar átta tímar, er vandin fyri óhappi dupult so stórur.

 

Eru tit fleiri, sum hava koyrikort, skiftist so um at koyra. Sambært Euro NCAP er møði ein viðvirkandi orsøk til 20 % av álvarsligum ferðsluvanlukkum. Verður tú troytt/ur, koyr til síðis á tryggum staði og fá tær ein lúr í 15-20 min.

 

Vanlig tekin um møði

  • Eyguni kennast tung
  • Tú geispar
  • Tú minnist ikki, hvat er farið fram seinastu løtuna

 

Um tú ert troytt/ur

  • Steðga á einum steðgiplássi og hvíl teg í 15-20 min
  • Gakk ein túr og fá fríska luft
  • Drekk ein kopp av kaffi

 

Et sunt

Tak ríkiligt av vatni við til túrin. Eitt gott hugskot er at hava frukt og grønmeti við, sum tit kunnu eta, meðan tit eru ávegis, um blóðsukrið fellur.