Til gongu

Fólk til gongu eru partur av bleytu ferðsluni. Tað merkir, at tey eru illa vard í mun til onnur í ferðsluni og sostatt í stórum vanda fyri álvarsligum løsti í einum ferðsluóhappi.

Álagt er fólki til gongu at ganga á gongubreytini ella vegøkslini. Er eingin gongubreyt, er meginreglan, at tú skalt ganga á vegøkslini í vinstru síðu á vegnum, so tú fært mótkoyrandi ferðsluna móti tær. Gakk høgrumegin, um tað annars hevði verið vandamikið, ella um umstøðurnar tala fyri tí.

 

Gongufólk

Í mun til ferðslulógina umfatar ’gongufólk’ eisini tey, sum aka á skíðum, skoytum, rulluskoytum, rennifjøl o.l., koyra spælivogn og tey, sum trilla barnavogn, leiða súkklu ella prutl. Fólk í koyristóli kunnu brúka gongubreyt, vegøksl og gonguteig, um tey koyra við vanligari gonguferð, og verða tey tá roknað sum fólk, ið eru til gongu.

 

Tvørtur um veg

Flestu ferðsluóhapp við fólki til gongu henda, tá fólk skulu tvørtur um vegin. Tí eigur tú at vera serliga ansin, tá tú fert tvørturum. Skalt tú tvørtur um ein veg, eigur tú at nýta gonguteig, um ein slíkur er í nánd. Akfør hava víkiskyldu fyri fólki til gongu í gonguteigi. Gakk altíð beina leið tvørturum. Áðrenn tú fert tvørtur um, eigur tú altíð at tryggja tær, at tú ikki ert til ampa fyri ferðsluna.

 

Børn til gongu

Børn skulu læra at steðga heilt, áðrenn tey fara tvørtur um ein veg. Tey skulu hyggja væl fyri sær, lurta og meta, nær trygt er at ganga. Tey skulu vita, at skjótast er at ganga beint tvørturum.

 

Hóast bilførarar hava víkiskyldu fyri fólki til gongu í gonguteigi, eiga børnini vita, at tey skulu fáa eygnasamband við bilføraran fyri at tryggja sær, at tey verða sædd, og at bilurin steðgar, áðrenn tey fara tvørturum.

 

Les meira um børn til gongu.

 

Til gongu í myrkri

Ert tú til gongu í skýming ella myrkri, eigur tú at nýta endurskin. Við endurskini sæst tú í ferðsluni, og tað kann fyribyrgja ferðsluóhappi. Serliga umráðandi er at nýta endurskin um veturin, tá myrkt er stóran part av samdøgrinum.

 

Brúkar tú endurskin í myrkri, minkar vandin fyri at fáa skaða til gongu í ferðsluni við uml. 85 %, sambært norska Transportøkonomisk Institutt (TØI).