At renna í ferðsluni

Tað er sunt at renna, men tað kann skjótt gerast vandamikið at renna, har ferðsla er. Tí er umráðandi, at tú plaserar teg rætt, og at tú sæst, tá tú rennur tær ein túr.

 

Tú eigur at fylgja ferðslureglunum fyri fólk til gongu, tá tú ert úti og rennur. Tað merkir, at tú skalt renna á gongubreytini, um gongubreyt er. Tú kanst einans vera á súkklubreyt ella vegi, um eingin gongubreyt ella egnaður vegjaðari er. Noyðist tú at renna á súkklubreytini ella á vegnum, renn vinstrumegin – ímóti ferðsluni. So sært tú bilarnar, sum koma ímóti tær.

 

Tá tú rennur í myrkri

  • Ver í flúrglógvandi klæðum. Tað er at kalla ógjørligt at síggja svørt klæði á einum myrkum vegi. Dámar tær ikki ljósar buksur, far so í einar við t.d. neonlittum strípum ella við endurskinum.
  • Tryggast er at vera í endurskinsvesti uttanyvir rennijakkan. Yvirkroppurin er ein stórur flati og sæst tískil væl. Nýtir ein bilførari fjarljós, sær hann endurskinsvestin úr 400 metrum. Við nærljósum sæst vesturin úr 140 metrum.
  • Skilagott er at brúka endurskinsbond um beinini, tí billyktirnar raka væl har. Av tí at beinini flyta seg nógv, síggjast endurskinsbondini væl. Gott er at hava endurskin um armarnar og á rygginum umframt.
  • Endurskin á skónum missa vanliga skjótt virknaðin, tí tey verða lættliga skitin.
  • Brúka bert pannulykt, um tú hevur tørv á ljósinum fyri at síggja. Hoppandi ljósið kann ørkymla bilførarar.
  • Brúkar tú LED-ljós, mást tú minnast til at skifta battarí javnan, so ljósstyrkin er nóg góð.

Les eisini

  • Endurskin