Børn til gongu

Frísk luft og rørsla eru góð fyri okkum øll, og tí er gott at børn eru til gongu viðhvørt heldur enn altíð at verða koyrd í bili. Børn hava tó serligar avbjóðingar, tá tey eru til gongu í ferðsluni. Tey eru smá á vøkstri, hava tí avmarkað sýni og síggjast heldur ikki so væl. Tey hava fáar royndir, eru bráðlynt og teirra lyndi ger, at ansast skal serliga væl eftir teimum.

 

Børn hava eitt nú ilt við at halda uppmerkseminum – serliga í ferðsluni, har nógv hendir samstundis. Tey gloyma seg lættliga burtur, um tey varnast eitthvørt spennandi. Børn uppliva heimin her og nú og við sær sjálvum í miðdeplinum, og hava tí ilt við at skilja eina støðu úr øðrum sjónarhorni enn sínum egna. Tað kann hava við sær vandastøður í ferðsluni.

 

Børn duga illa at umseta úrtøkiliga vitan til gerðir og duga tí illa at spáa um eina møguliga vandastøðu. Tí er ikki nóg mikið at læra barnið ástøði um, hvussu tað eigur at bera seg at í ferðsluni. Barnið má gera sær egnar royndir.

 

Foreldur eiga evstu ábyrgd av, at børnini verða trygg í ferðsluni. Tí eiga foreldur ella onnur vaksin at venja atburð í ferðsluni saman við børnunum. Her eru nøkur uppskot til venjingar, sum tú kanst gera saman við børnunum:

 

Ferðsluvenjingar til gongu - foreldur