Eygleið ferðsluna

Týdningarmikið er, at børn duga at hyggja fyri sær, áðrenn tey fara tvørtur um ein veg.

Vel eitt øki við rímiliga nógvari ferðslu og við bilum, ið snara um eitt horn. Finn eitt stað, har tit hava gott yvirlit yvir økið. Set teg niður at húka og tosa við barnið um tað, sum tit síggja í ferðsluni. Kanska eru bæði bilar, súkklur og fólk til gongu.

 

Greið frá, at tit skulu eygleiða ferðsluna og royna at rokna út , hvat onnur í ferðsluni fara at gera. Barnið skal læra at síggja, nær bilarnir fara beint fram og nær teir snara. Tí skal barnið kenna týdningin av billjósum, bakkiljósum, bilfloytu osfr.

 

Tí er tað týdningarmikið

Áðrenn børn duga at hyggja fyri sær í ferðsluni, mugu tey vita, hvørjum tey skulu hyggja eftir. Børn skulu tí læra at síggja nógvu umstøðurnar í ferðsluni. Børn hava torført við at greina millum ymsu ljóðini í ferðsluni og hava ilt við at skapa yvirlit í eini støðu. Tí brúka børn langa tíð til at meta um eina støðu.