Reyður maður - grønur maður

Reytt merkir steðga, grønt merkir gakk, tá tú hevur hugt fyri tær eina ferð eyka.

 

  • Tekna nakrar ringar við reyðum og grønum kriti á vegin á einum tryggum staði.
  • Bið barnið ganga runt á ringunum og steðga, hvørja ferð tað traðkar á ein reyðan ring og rópa “reyður maður – steðga”.

 

Flestu 3 ára gomlu duga errin at greiða frá, at reyður maður merkir steðga, og grønur maður merkir gakk. Hetta er tó ikki heilt rætt. Grønur maður merkir: “Hygg fyri tær, um bilar ella onnur eru á vegnum, áðrenn tú fert tvørtur um”.

 

Børn hava tørv á góðari tíð til at læra at kunna seg um eina støðu og at tryggja sær, at allir bilar eru steðgaðir