Reytt, gult, grønt, steðga

Hetta spælið er ein góð venjing til fleiri børn samstundis. Tess fleiri børn, tess betri.

 

  • Tekna við kriti tvær langar linjur á vegin. Fjarstøðan millum linjurnar skal vera um 10 metrar. Til ber eisini at brúka ein ella tveir húsaveggir.
  • Stilla teg aftan fyri aðra linjuna og lat børnini standa lið um lið aftan fyri hina linjuna.
  • Vend tær burtur frá børnunum og bið tey renna ella ganga fram móti ”tíni” linju, samstundis sum tú rópar: ”Reytt ljós – steðga”. Tá tú sigur ”steðga”, vendir tú tær skjótt móti børnunum. Børnini skulu tá standa heilt still. Um tey framvegis eru í rørslu, skulu tey aftur til byrjanarlinjuna og byrja av nýggjum.
  • Tann, sum er fyrst/ur fram til tín, hevur vunnið spælið.

 

Flestu børn eru fyri óhappi í ferðsluni orsakað av, at tey eru stýrd av bráðlyndi, tí tey síggja okkurt spennandi og renna út á vegin uttan at hyggja fyri sær. Steðgivenjingin er tískil ein týdningarmikil ferðsluvenjing.

Minst til eisini at tosa um, hvar tit eiga at steðga. Tú skalt altíð steðga, tá tú kemur til ein kantstein. Skógvarnir skulu verða inni á gongubreytini. Er eingin gongubreyt, eigur tú at steðga har, sum vegurin byrjar.