Endurskin

Endurskin eru týdningarmikil, tá tú ferðast í myrkri í ferðsluni. Endurskin gera fólk til gongu sjónlig og fyribyrgja sostatt ferðsluóhappum. Serliga umráðandi er at nýta endurskin um veturin, tá myrkt er stóran part av samdøgrinum.

 

Brúkar tú endurskin í myrkri, minkar vandin fyri at fáa skaða til gongu í ferðsluni við uml. 85 %, sambært norska Transportøkonomisk Institutt (TØI). www.toi.no

 

Hygg at filmi, sum vísir mun á degi og nátt 

FILMUR frá undirvísingartilfari

 

Soleiðis virka endurskin

Eitt endurskin er gjørt úr smáum glaslinsum ella smáum mikroprismum. Tað eru tær, sum geva afturskinið av ljósi í endurskininum. Tá ið ljós frá lyktunum á einum bili raka endurskinið, kasta glaslinsurnar/mikroprismurnar ljós aftur sama veg, haðan ljósið kom.

 

Á fakmáli verður afturskin nevnt retrorefleksión, sum merkir, at ljósstrálan verður kastað aftur í somu ætt.

 

Endurskin kann bjarga lívi

Brúkar tú endurskin, sæst tú úr 140 metra fjarstøðu, um bilurin brúkar nærljós. Brúkar tú ikki endurskin, sæst tú nústani, tá bilurin er 25-30 burturfrá. Roknað um til tíð, hevur bilførarin ávikavist 10 sekund og 2 sekund at umráða seg í, alt eftir um tú brúkar endurskin ella ikki. Endurskin eru ein bílig lívstrygging.

 

Gøtuljós geva falska tryggleikakenslu, og mong halda, at tað er óneyðugt at brúka endurskin, har gøtuljós eru. Soleiðis er ikki! Flestu ferðsluóhapp við fólki til gongu henda í bygdum øki. Hóast tú sært bilin, er ikki víst, at bilførarin sær teg. Nýt tí altíð endurskin, tá tú ert til gongu í myrkri.

 

Endurskinsvestar til næmingar í 1. flokki

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur seinastu árini saman við Tryggingarfelagnum Føroyum latið øllum næmingum í 1. flokki endurskinsvestar.