Ferðslutrygd mælir til

  • Endurskin eiga at vera í knæhædd, so ljósið frá billyktunum rakar í mestan mun
  • Endurskin, sum flyta seg, síggjast best
  • Brúkar tú tvey endurskin, sæst tú úr báðum síðum, tá tú fert tvørturum ein veg
  • Skøvur minka um afturskinið, so skift gomul endurskin út
  • Ein endurskinsvestur, sum verður nógv brúktur og vaskaður ofta, eigur at verða skiftur út árliga, tí evnini at kasta ljósið aftur farast.
  • Brúka bara endurskin við evropeiska góðkenningini EN 13356