Góðkenning

Mælt verður til einans at nýta endurskin við evropeisku góðkenningini EN 13356. Hetta fyri at lúka treytina um, at endurskinið skal síggjast úr 140 metra fjarstøðu.

Endurskinsvestar til arbeiðsnýtslu skulu verða merktir við góðkenningini EN 471 ella EN 20471. Endurskinsvestar til frítíðarnýtslu skulu hava góðkenningarmerkið EN 1150.

 

Er nógv prent á endurskininum, er afturskinið avmarkað. Minst 15 cm2 av skyggjandi tilfarinum á einum endurskini skulu vera uttan prent, skal endurskinið lúka lógarfestu treytirnar.

 

Viðlíkahald

Vaska endurskinini av og á. Virknaðurin hjá endurskinum viknar sum frálíður, og endurskin eiga at verða skift út, tá tey eru uml. tvey ár.