Hvar skulu endurskin festast?

Endurskinini skulu vera fest lágt, so billyktirnar raka á tey. Tey eiga at vera sjónlig úr øllum síðum. Skilagott er eisini festa tey, so tey flyta seg. Ansa eftir, at taskur, turriklæði o.a. ikki kemur fyri endurskinini. Tað er eitt gott hugskot at seta endurskin á taskur, barnavognar og hundin.

 

Leys endurskin

Leyst endurskin skal hanga í einum bandi, so tað sveiggjar aftur og fram, tá tú gongur ella rennur. Best er at hava eitt endurskin á hvørjari síðu.

 

Endurskin á beinunum

Endurskin rundan um beinini eru góð, tí tey síggjast væl úr øllum ættum. Set tey beint undir knøini ella longri niðri. Til ber at nýta endurskin at festa/smoyggja um beinini ella at seyma endurskinsbond á buksurnar.

 

Klisturmerki

Klisturmerki við endurskinum kunnu setast á klæði, tasku, skógvar ella líknandi. Minst til endurskin bæði aftan og framman.

 

Endurskinsvestar

Í endurskinsvesti ert tú rættiliga sjónlig/ur, tá vesturin er í sterkum litum og hevur breið endurskin allan vegin runt. Børn eru í lyktahædd, og tí síggjast tey væl, um tey eru í endurskinsvesti. Eisini hjá vaksnum eru endurskinsvestar hentir, tá tú ert til gongu, á súkklu ella á rennitúrinum.