Ferðslutrygd mælir til

  • Nýt gongubreyt, um hon er har
  • Gakk vinstrumegin, har eingin gongubreyt er, á teirri síðuni, har mótkoyrandi ferðslan er
  • Eru tit fleiri, sum ganga á vegi uttan gongubreyt, er tryggast at ganga í eini røð
  • Nýt gonguteig fyri at sleppa tvørtur um veg, eisini hóast tað er ein umvegur
  • Er eingin gonguteigur, far tvørtur um vegin, har sýnið er gott
  • Hygg væl fyri tær til báðar síður, áðrenn tú fert tvørtur um ein veg
  • Nýt endurskin ella endurskinsvest í myrkri
  • Gakk ikki aftanfyri ein bil, sum bakkar
  • Far ikki tvørtur um vegin, fyrr enn bussurin er farin
  • Lær børnini ferðslureglurnar – og ver ein góð fyrimynd
  • Ansa tær serliga væl í ferðsluni, um tú ert eldri