Rennihjól, rulliskoytur, rennifjøl og segboard

Rennihjól og rulliskoytur

Koyrir tú at rennihjóli ella rulliskoytum, skalt tú fylgja somu reglum sum fólk til gongu. Tað merkir, at tú skalt koyra á gongubreytini. Tú fært lættliga nógva ferð, so vís fólki til gongu eyka atlit. Koyr hóvliga og ber so í bandi, at tú altíð fært bremsað í góðari tíð.

 

Rennifjøl og segboard

Tað er hvørki loyvt at koyra á rennifjøl ella segboard (eisini rópt airboard ellar hoverboard) í ferðsluni.

Eitt segboard hevur tvey hjól og líkist eitt sindur eini rennifjøl. Tað hevur elektriskan motor, kann koyra upp í 20 km/t og tú stýrir við tíni javnvág og likamsvekt.

Tað er bert loyvt at brúka rennifjøl og segboard á privatum øki ella á økjum, sum eru gjørd til hetta endamál. Ikki er loyvt at brúka tey á gongubreyt, súkklubreyt ella á vegnum. 

Her greiðir løgreglan frá um segway.