Ross í ferðsluni

Viðhvørt er neyðugt hjá reiðfólki at ríða í vegjaðaranum. Nógv vita ikki, hvussu tey eiga at bera seg at í mun til ross og teirra atburð. Tíbetur er sjáldsamt, at óhapp henda við rossum í ferðsluni.

 

Torført er at vita, hvussu eitt ross reagerar, um tað hvøkkur við. Fer tað at renna, sparka, ella loypir tað til síðuna? Vandamiklu støðurnar kunnu fyribyrgjast. Koyrir tú varliga og gevur rossinum pláss, standast vanliga ikki trupulleikar.

 

Brádlig ljóð ræða rossið

Flestu ross ræðast ikki bilar, men rossið kann gerast bangið fyri øðrum á vegnum, t.d. um ein plastikkposi brádliga fer á flog ella fyri brádligum ljóðum. Umráðandi er ikki at floyta ella spita, tá tú koyrir framvið einum rossi.