Á rossabaki í ferðsluni

Ert tú reiðfólk, eru ymisk viðurskifti, tú eigur at hava í huga, so tú og rossið kunnu ferðast trygt í ferðsluni.

 

  • Tú mást ikki ríða á gongu- ella súkklubreytum. Ríð í høgru síðu á vegnum.
  • Minst til ríðihjálm
  • Ríð ein og ein í høgru síðu á vegnum, um tit eru fleiri, sum ríða saman.
  • Ríð ongantíð við leysum teymum.
  • Gev tekin í góðari tíð, so onnur í ferðsluni eru fyrireikað upp á tað, tú gert.
  • Far altíð tvørtur um vegin, har tú hevur gott yvirlit.
  • Ríður tú í myrkri, skalt tú hava eina lykt á vinstra beini. Lyktin skal lýsa hvítt frameftir og reytt aftureftir, og hon skal síggjast úr 150 m fjarstøðu. Rossið skal hava endurskinsbond um øll fýra beinini, og tey skulu vera minst 5 cm breið.
  • Ríður tú framvið fólki, sum eru til gongu, skal rossið ganga.
  • Um eitt fólk á súkklu ætlar at súkkla framvið, skal rossið ganga.
  • Ikki er loyvt at ríða, um promillan er hægri enn 0,2.

Les eisini