Tá tú skalt framvið rossi

Soleiðis eigur tú at bera teg at, um tú skalt koyra ella súkkla framvið einum rossi:

 

Í bili

  • Set ferðina niður og koyr framvið við góðari fjarstøðu.
  • Sleppur tú ikki framvið, halt fjarstøðu til rossið tilt ú sleppur framvið.
  • Ross verða ofta bangin fyri óvanligum ljóðum og lutum, tey ikki kenna. Koyrir tú við eini last, sum skramblar ella flákrar, skalt tú vera serliga ansin.
  • Stendur tú still/ur og letur rossið fara framvið, bíða við at spita, til rossið er nakað burturfrá.
  • Blenda ljósið niður, tá tú møtir einum rossi í myrkri.

 

Á súkklu

  • Súkklan er at kalla ljóðleys. Tí varnast ross og reiðfólk ikki súkkluna, fyrr enn hon er heilt tætt við. Tað kann fáa rossið at hvøkka og ræðast. Tryggja tær, at ross og reiðfólk vita, at tú nærkast. Rópa á reiðfólkið ella brúka ringiklokkuna.
  • Halt fjarstøðu, tá tú koyrir framvið.
  • Gev tær far um, um reiðfólkið gevur tær tekin um t.d. at seta ferðina niður ella møguliga steðga.