Ferðslupolitikkur í skúlanum

Tað er tín ábyrgd sum foreldur at læra barn títt at ferðast trygt í ferðsluni. Skúlin hevur tó eisini ein avgerandi leiklut í ferðslufrálæruni, og ferðsla er kravt undirvísingarevni sambært fólkaskúlalógini.

Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir øllum skúlum til at hava ein ferðslupolitikk. Ein ferðslupolitikkur ásetir m.a., hvussu skúlin undirvísir í ferðslulæru, hvussu foreldur, næmingar og lærarar eiga at ferðast í økinum kring skúlan og leiðreglur fyri ferðsluatburð t.d. tá flokkar fara túrar.

Hevur skúlin hjá tínum barni ein ferðslupolitikk, er hann møguliga tøkur á heimasíðu skúlans. Hevur skúlin ongan ferðslupolitikk, kanst tú skjóta upp fyri skúlaleiðara ella skúlastýri, at farið verður undir at arbeiða við einum ferðslupolitikki.

Tak niður

  • 'Hvat er ferðslupolitikkur?' (pdf)