Íblástur til ferðslupolitikk

Niðanfyri kanst tú fáa íblástur til fýra viðkomandi øki at arbeiða við í sambandi við orðing av ferðslupolitikki á skúlanum.

Ávegis

Ferðslupolitikkurin kann hava leiðreglur um, hvussu lærarar, næmingar og foreldur ferðast í ferðsluni kring skúlan.

Um morgunin er ofta morgunruðuleiki í ferðsluni kring skúlan, og torført kann vera hjá einum barni at fáa yvirlit yvir støðuna. Ferðslupolitikkurin hjá skúlanum kann hava ásetingar um, hvussu skúlin vil hava ferðsluna avgreidda, so foreldrini vita, hvar tey skulu seta børnini av.

Ávegis snýr seg um skúlaleiðina, súkkling, súkkluhjálm, koyring, trygdarbelti og um tá tit fara túrar við flokkinum.

Dømi

  • Hevur skúlin leiðreglur fyri túrar?
  • Nýta yngstu børnini endurskinsvest?
  • Seta tit krav um súkkluhjálm, tá súkklað verður á skúlanum?
  • Eru ásetingar um trygdarbelti, tá tit ferðast í bili ella bussi?
  • Krevjast tekniskar ábøtur í økinum kring skúlan, t.d. í mun til parkering og skelting?
  • Hvussu koma børn og foreldur til og úr skúlanum?

 

Undirvísing

Í ferðslupolitikkinum kann verða ásett, hvussu undirvísingin í ferðslu skal verða skipað á ymsu floksstigunum, hvat tilfar skal verða brúkt og ein møguligur ábyrgdarpersónur.

Á flestu skúlum fáa næmingarnir frálæru í ferðslu í innskúlingini, meðan lítið verður gjørt við evnið í eldru flokkunum. Hetta er ein trupulleiki, tí næmingarnir í elstu flokkunum eru í tí aldrinum, tá tey skulu læra sosialu spælireglurnar sum t.d. hvussu tú sigur frá, um vinfólkini ætla at koyra heim á einum tunaðum prutli, ávirkað av rúsdrekka ella uttan trygdarbelti. Sum 14-15 ára gomul standa tey á gáttini til 10 tey vandamestu árini í ferðsluni.

 

Fyrimyndir

Vaksin eru fyrimyndir hjá børnum og ungum í ferðsluni. Børn gera, sum vit gera - ikki sum vit siga. Ferðslupolitikkurin kann seta orð á leiðreglur fyri ta góðu fyrimyndina - bæði ætlað lærarum og foreldrum. Tað kann snúgva seg um at nýta trygdarbelti, súkkluhjálm og endurskin, men eisini atburður í ferðsluni í gerandisdegnum ávirkar børnini. Í ferðslupolitikkinum kann verða ásett, at evnið, ferðsla, skal verða viðgjørt á foreldrafundum við jøvnum millumbilum, og at lærarar eggja foreldrum til at gera venjingar við yngstu børnunum í ferðsluni.

Duga starvsfólkini á skúlanum grundleggjandi ferðslureglur, og verða tær fylgdar?

Samstarv

Ferðslupolitikkurin kann vera við til at skipa samstarvið um trygga ferðslu. Samstarv er ein fortreyt fyri at seta í verk ein ferðslupolitikk, og hesir partar eru viðkomandi at hava í huga, tá farið verður undir at orða ferðslupolitikkin hjá skúlanum: kommuna, løgregla, frítíðarskúli, foreldraráð og Ráðið fyri Ferðslutrygd. Samstarvið kann eitt nú snúgva seg um tekniskar vegaloysnir og skelting, um undirvísing, um atburð á økinum kring skúlan o.s.fr.