Førleikar hjá barninum

Førleikarnir hjá einum barni í ferðsluni eru tongdir at bæði aldri og evnum hjá tí einstaka barninum. Tú sum foreldur mást meta um, hvat júst títt barn megnar – bæði í mun til tær ferðsluvenjingar, tit hava gjørt saman, og í mun til ferðsluna har tit búgva.

 

Minst til, at tað krevur nógvar endurtøkur og venjingar, áðrenn barnið minnist, hvussu tað skal bera seg at í ferðsluni. Niðanfyri standandi aldursásetingar skulu tí skiljast sum leiðbeinandi.

 

3-4 ára gamalt

  • Barnið kann læra einfaldar reglur um at vera til gongu, men tað verður lættliga órógvað og er bráðlynt, um okkurt fangar uppmerksemið. Leið barnið og lat tað ganga innast á gongubreytini, t.v.s. longst burturi frá ferðsluni.

 

4-5 ára gamalt

  • Byrjið at venja á súkklu, har eingin ferðsla er.
  • Enn er ov tíðliga at lata barnið vera einsamalt í ferðsluni – bæði til gongu og á súkklu.
  • Barnið dugir enn ikki at meta um eina vandastøðu.

 

5-7 ára gamalt

  • Barnið megnar at savna seg um ferðsluna stutta tíð í senn.
  • Barnið kann ganga sjálvt, har lítil ferðsla er.
  • Flestu børn duga at meta um ein týðiligan vanda, og summi duga at fara tvørtur um ein veg, har sýnið er gott. Torført er tó framvegis at hava yvirlit við ein krossveg.
  • Tá barnið dugir at brúka bremsuna og at súkkla uttan at vingla, kann tað súkkla á vegi við lítlari ferðslu, um tað hevur roynt at súkklað saman við vaksnum. Tó sjálvandi bert um foreldur meta barnið vera nóg búgvið til tað.

 

6-7 ára gamalt

  • Barnið kann ganga einsamalt í skúla á tryggari skúlaleið.
  • Børn skulu sambært lóg vera 6 ára gomul fyri at súkkla einsamøll í ferðsluni. Barnið hevur tó framvegis ilt við at meta um frástøðu og ferð, so barnið eigur at fylgjast við einum vaksnum, um tað súkklar í skúla.

 

8-10 ára gamalt

  • Um 9 ára aldur dugir barnið at bráðsteðga, um tað gerst neyðugt, eitt nú tá barnið skal tvørtur um ein veg.
  • Flestu børn duga nú at meta um ferðsluna og kunnu sostatt ganga sjálv í skúla.
  • Barnið kann koyra í bussi, um leiðin er lutfalsliga einføld.
  • Er skúlaleiðin vælkend og trygg og uttan harða ferðslu, kann barnið súkkla sjálvt í skúla, um tað hevur vant at súkkla í umhvørvinum saman við vaksnum.

 

10-12 ára gamalt

  • Sjón og hoyrn eru týdningarmikil í ferðsluni fyri at kunna síggja og hoyra hvaðan ljóðini koma og fyri at meta um t.d. ferð og frástøðu. Barnið er ikki ment at fullnýta sjón og hoyrn fyrr enn um 10 ára aldur.
  • Flestu børn megna eina meira krevjandi skúlaleið á súkklu ella í bussi – eisini at skifta buss. Hetta er tó treytað av venjing saman við vaksnum í ferðsluni og valdast sjálvsagt um ferðsluna.

 

12 ár

  • Eitt barn, sum hevur royndir og hevur gjørt venjingar, megnar nú at hava yvirlit í ferðsluni at kalla á hædd við vaksin. Barnið er nú búgvið at ferðast sjálvt í ferðsluni. Tó valdast tað sjálvandi ferðsluna. Summastaðni er ikki ráðiligt at súkkla, hvørki hjá børnum ella vaksnum.
  • Hevur barnið ongar royndir, skal venjing til, eins og hjá yngri børnum.

 

Keldur: Sikker Trafik og Trygg Trafikk