Skúlabyrjan

Tað er ein stórur dagur, tá barnið fer í skúla. Ein nýggjur heimur letur seg upp, og avbjóðingarnar verða fleiri. Ein teirra er skúlaleiðin. Skal barnið koyrast í skúla, skal tað ganga ella fara við bussi? Sama, hvat hóvar tykkum best, er umráðandi, at barnið longu á ungum árum lærir at bera seg at í ferðsluni á skilagóðan hátt og kennir seg trygt á veg í skúla og til húsar aftur. 

Hvat dugir barnið?

Ymiskt er, hvussu barn um 6-7 ára aldur klárar seg í ferðsluni. Tað veldst um, hvussu búgvið barnið er, og hvussu nógv tað veit um ferðslu. Tó eru fleiri felagsnevnarar:

  • Tey duga illa at meta fjarstøðu og ferð
  • Tey síggja støður frá sínum sjónarhorni og duga illa at síggja støður úr fleiri sjónarhornum
  • Tey hava ilt við at meta um tað, ið fer at henda, og at síggja eina vandastøðu, ið kann taka seg upp
  • Tey síggja smálutir, men fata ikki altíð heildina
  • Tey gera ofta skjótt av og gloyma at hyggja rundan um seg
  • Tey vænta, at vaksin altíð halda ferðslureglurnar

Sostatt tørvar børnum hjálp og venjing, so tey kunnu fara í skúla trygg og sjálvbjargin.