Á súkklu

Alt ov fáar súkklubreytir eru her hjá okkum. Tí er umráðandi, at fólk á súkklu eru ógvuliga gáin. Skulu børn súkkla, krevur tað, at foreldur fyrst læra tey at súkkla í ferðsluni.

At súkkla millum bilar og onnur akfør krevur sjálvandi nógv meira av barninum enn at súkkla, har eingin ferðsla er. Barnið skal duga at hava eyguni við nógvum ymsum viðurskiftum í senn, samstundis sum tað skal halda javnvágina. Eisini skal barnið duga at súkkla við aðrari hondini, so tað fær givið tekin.

Lær barnið altíð at nýta hjálm, tá ið tað súkklar. Ein hjálmur kann í nógvum førum byrgja fyri álvarsligum skaða. Hjálmurin skal hava røttu støddina og sita soleiðis, at hann verjir pannu, tinningar og nakka.

  • Vel ein góðkendan hjálm, sum er merktur við CE EN 1078. Tá tryggjar tú tær, at hjálmurin lýkur evropeisku krøvini
  • Lat ikki barnið spæla í hjálminum, men bara brúka hann, tá tað súkklar
  • Hevur hjálmurin fingið harðan stoyt, er hann ikki tryggur og eigur at verða skiftur út

Súkklan skal hava neyðugu útgerðina og vera væl røkt.

Foreldur skyna sjálv á, nær barnið klárar at súkkla einsamalt.