Í bili

Ferðsla á morgni er ofta nógv og rokalig, og vegurin við skúlan er mangan ikki gjørdur til nógva ferðslu. Tí kann vandi lúra, so vís fyrilit fyri øðrum í ferðsluni kring skúlan.

  • Fylg ásetingunum hjá skúlanum um parkering, og hvar børnini kunnu verða sett av
  • Lær barnið at fara úr bilinum tí megin, sum vendir ímóti gongubreytini
  • Minst altíð til trygdarbeltið - hjá øllum í bilinum. Eisini hóast teinurin er stuttur

Børn lægri enn 140 cm eiga ikki at sita við stoytkodda (airbag). Tey kunnu fáa álvarsligt mein av stoytkoddanum.