Í bussi

Koyrir barnið við bussi í skúla, vel tryggastu leiðina til og frá steðgiplássinum. Far heimanífrá í góðari tíð, so ikki er neyðugt at renna til bussin. Ven alla skúlaleiðina saman við barninum – fleiri ferðir.

  • Lær barnið at sita niðri í bussinum og vera bundið í trygdarbelti, tá ið tað er í bussinum
  • Vís barninum, hvussu tað skal standa við steðgiplássið, so bussførarin sær tað
  • Lær barnið at fara í bussin og úr honum á rættan hátt
  • Lær barnið, at tað skal ikki fara tvørtur um vegin, fyrr enn bussurin er farin, og gott sýni er aftur

 

Allir bussar hjá Bygdaleiðum hava trygdarbelti.