Verkætlanir í framhaldsdeildini

Skalt tú arbeiða við evninum, ferðsla, í sambandi við eina verkætlan í skúlanum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á rff@rff.fo ella á tel. 22 00 64. Vit svara fegin spurningum og bjóða tær inn á gólvið at gera samrøðu við okkum, um tú ynskir tað. Best er, um tú ert fyrireikað/ur áðrenn samrøðuna.

Ger tær greitt, hvat tú vilt leggja dent á. Er tað eitt ávíst øki innan ferðslu sum t.d. prutl, rúsdrekkakoyring, ferð, undirvísingartilfar ella møguliga eitt meira yvirskipað evni so sum 'ung og ferðsla'? Fyrireika spurningarnar frammanundan, so tú fært tey svarini, tú hevur tørv á.

Tú kanst fyrireika teg og fáa íblástur við at hyggja at undirvísingartilfarinum, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur framleitt til øll floksstig í fólkaskúlanum. Talan er um talgilt tilfar, sum tú finnur her

Vit hava hagtøl, sum snúgva seg deyðstøl í føroysku ferðsluni - eisini í mun til hini Norðurlondini. Eisini hava vit hagtøl um hugburð hjá føroyingum til eitt nú ferð, gáloysni og rúsdrekkakoyring. Hagtølini finnur tú her