Ferðslufatan barnsins

Børn eru bráðlynt. Tey kunnu gloyma, at tey eru ávegis tvørtur um vegin, um tey varnast okkurt spennandi. Tankar hjá børnum undir skúlaaldur eru ítøkiligir og bundnir at tí, sum hendir her og nú. Børnini hava ilt við at ímynda sær eina støðu, sum tey sjálv ikki eru partur av. Tí megna tey illa at spáa um hendingar ella læra av royndum hjá øðrum.

 

Barnið upplivir sjálvsøkið

Sjónarringurin hjá barninum er smalri enn hjá vaksnum. Samstundis sær barnið heimin við sær sjálvum í miðdeplinum. Sær barnið ein bil, heldur tað, at bilførarin eisini sær seg.

 

Barnið hugsar ítøkiliga

Barnið dugir ikki at umseta úrtøkiliga vitan til gerðir. Eisini hevur tað ilt við at brúka royndir frá eini støðu í eini aðrari støðu. Barnið dugir illa at spáa um eina møguliga vandastøðu. Tí er ikki nóg mikið at lesa bøkur um ferðslu ella at greiða frá, hvussu barnið skal bera seg at. Barnið má gera sær egnar royndir í ferðsluni – at byrja við saman við vaksnum.

 

Barnið brúkar langa tíð

Støddin á barninum ger, at tað ikki hevur eins gott yvirlit og vaksin. Vantandi royndir eru orsøk til, at barnið ikki megnar at greina eina torgreidda støðu. Barnið klárar ikki hava atlit til fleiri ferðandi samstundis. Ofta brúkar barnið langa tíð at taka eina avgerð. Nógvar endurtøkur skulu til, áðrenn barnið hevur neyðugu royndirnar, sum gevur yvirlit í ferðsluni. Tí er neyðugt at venja somu støður aftur og aftur.

 

Barnið dugir ikki at meta um ferð og frástøðu

Barnið hevur ilt við at meta, hvussu langt burtur bilar eru, og hvussu skjótt teir koyra. Ofta heldur barnið, at bilurin er longri vekk, enn hann er.

 

Barnið er bráðlynt

Torført er hjá barninum at halda uppmerkseminum – serliga í ferðsluni, har nógv hendir samstundis. Barnið gloymir ferðsluna, um okkurt fangar uppmerksemið. Ferðsluvenjing skal tí fara fram í smáum bitum. Tey vaksnu eiga at hjálpa barninum við at skyna á ymsu viðurskiftunum í ferðsluni og vísa á, hvørjum tað skal ansa eftir.

 

Barnið ger tað sama sum tey vaksnu

Tíverri eru nógv vaksin vánaligar fyrimyndir í ferðsluni. Barnið hermir eftir teimum vaksnu, tí tað er partur av at vaksa upp. Tí er umráðandi at gáa um, hvørjar vanar tú leggur í barnið við tínum atburði. Minst tí til at nýta hjálm og far tvørtur um vegin, har gongubreyt er.

 

Barnið misskilir málið

Børn kunnu misskilja orð sum ’ferðsluljós’, ’gongubreyt’ og ’gonguteigur’. Sig heldur ítøkiliga, hvat barnið skal gera. Sig t.d. heldur ”Hygg, um nakar bilur kemur” enn ”Hygg rundan um teg”.