Ferðslupolitikkur

Ferðslutrygd í og kring stovnin snýr seg um nógv ymisk viðurskifti samstundis. Tað kann t.d. snúgva seg um ferðsluna kring stovnin, leiðreglur á túri við børnunum og ferðsluvenjingar við børnunum.

 

Við at orða ein ferðslupolitikk fæst yvirlit og samanhangur millum ymsu viðurskiftini. Ferðslupolitikkurin lýsir hugsanir, virði og amboð hjá stovninum í sambandi við ferðslu. Tað er ein virkin og skipað ætlan fyri atburð hjá børnum, foreldrum og starvsfólki í og kring stovnin.

 

Tykkara ferðslupolitikkur

Ferðslupolitikkurin hjá tykkara stovn eigur at taka støði í viðurskiftum í økinum kring stovnin. Er ferðsluruðuleiki um morgunin ein trupulleiki? Hvussu eru parkeringsviðurskiftini? Hvussu skipa tit fyri tryggum gongutúrum við børnunum? Eru greiðar ásetingar um at koyra í bili og bussi við børnunum?

 

Neyðugt er ikki at taka øll evni upp samstundis, men skilagott er at hugsa breitt frá byrjan. Ferðslupolitikkurin kann vera eitt størri ella minni skjal, ella bara 10 leiðreglur, sum tit fylgja.

 

Fýra øki í ferðslupolitikki

Ráðið fyri Ferðslutrygd skjýtur upp, at leggja dent á hesi fýra økini í tykkara ferðslupolitikki:

 

1. Ávegis

Hesin parturin snýr seg um, hvussu børn og foreldur koma til og frá stovninum, um parkering og onnur viðurskifti í økinum kring stovnin. Her verður eisini ásettar leiðreglur fyri túrar.

 

2. Spøl og undirvísing

Børn hava tørv á venjing fyri at klára seg í ferðsluni, og umráðandi er, at tey duga mest grundleggjandi ferðslureglurnar. Ferðslupolitikkurin kann áseta, hvussu tit gera venjingar við børnunum, og hvussu tit arbeiða við ferðslu eitt nú í skúlabólki.

 

3. Fyrimyndir

Vaksin eru fyrimyndir hjá børnum í ferðsluni. Ferðslupolitikkurin kann hava nakrar leiðreglur fyri ta góðu fyrimyndina - bæði fyri foreldur og starvsfólk. Eisini kunnu vera ásetingar um, at evnið, ferðsla, verður tikið upp á foreldrafundi.

 

4. Samstarv

Ráðið fyri Ferðslutrygd kann vera við til at leggja lag á at orða ein ferðslupolitikk. Harumframt eru kommuna og løgregla at spyrja um ivamál um tekniskar ábøtur á økinum kring stovnin.

 

Hvør tekur fyrsta stigið?

Tað kann vera leiðslan á einum stovni, sum tekur stig til at arbeiða við ferðslupolitikki, men tað er eisini einn uppløgd uppgáva hjá foreldraráðnum at fara undir arbeiðið.

 

Her kanst tú fáa íblástur til tey fýra økini.