Íblástur til ferðslupolitikk

Niðanfyri kanst tú fáa íblástur til fýra viðkomandi øki at arbeiða við í sambandi við orðing av ferðslupolitikki á stovninum.

 

Ávegis

  • Hevur stovnurin leiðreglur fyri túrar?
  • Nýta børnini endurskinsvest?
  • Seta tit krav um súkkluhjálm, tá súkklað verður á stovninum?
  • Venja tit, áðrenn tit fara gongutúr?
  • Eru ásetingar um trygdarbelti, tá tit ferðast í bili ella bussi?
  • Krevjast tekniskar ábøtur í økinum kring stovnin, t.d. í mun til parkering og skelting?
  • Hvussu koma børn og foreldur til og frá stovninum?

 

Spæl og venjing

  • Venja tit ferðslureglur, áðrenn tit fara gongutúr?
  • Hava tit virksemi um ferðslu í gerandisdegnum ella á evnisdegi? Tað kann t.d. vera súkkluvenjing, sangir um ferðslu, at tekna støður í ferðsluni, skeltaveiða o.s.fr.
  •  Tosa tit við børnini um ferðslu?
  • Hevur eitt av starvsfólkunum ábyrgd av virksemi viðvíkjandi ferðslu?

 

Fyrimyndir

  • Duga starvsfólkini á stovninum grundleggjandi ferðslureglur, og verða tær fylgdar?
  • Taka tit ferðsluviðurskifti upp á foreldrafundi?
  • Kunna tit foreldur um ferðslu við uppsløgum ella brøvum?
  • Skipa tit fyri ”átøkum”, sum eru ætlað foreldrum, um t.d. endurskin, súkkluhjálm og trygdarbelti?
  • Brúka starvsfólk og foreldur hjálm, endurskin og trygdarbelti?

 

Samstarv

  • Eggja tit foreldrum til at venja við børnunum í ferðsluni?
  • Samskifta tit við kommununa um tekniskar vegaloysnir og skelting?
  • Samskifta tit við løgregluna um at ”undirvísa” børnunum í ferðslu? Í Tórshavnar-, Klaksvíkar- og Eysturkommunu verða børnini boðin til 1-1-2-dag í staðin.
  • Tit kundu vitjað ein súkkluhandil ella fingið onkran serkønan á vitjan, sum kundi greitt børnunum frá, hvat skal vera á eini súkklu.