Tummilsreglur til børn

Tummilsreglurnar kunnu vera útgangsstøði fyri eini samrøðu um ferðslu.

 

Brúka eyguni!

Hygg altíð væl fyri tær, tá tú ert í ferðsluni.

 

Brúka oyruni!

sært ikki altíð bilarnar, sum koma. Lurta fyri at vita, um ein bilur, sum tú ikki sært, kemur aftan fyri eini hús, hinumegin svingið ella niðri í brekkuni.

 

Steðga!

Steðga altíð á, áðrenn tú fert tvørtur um ein veg. Hygg í báðar ættir, lurta og kanna, um klárt er at fara tvørturum.

 

Brúka endurskinsvest!

Endurskinsvesturin ger, at tú sæst væl í dagslýsi, og endurskinið lýsir í myrkri, tá ein bilur kemur. Tú ert tryggari, um tú sæst í ferðsluni.