Ávaringartekin hjá avvarðandi

Ert tú stúrin um koyriførleikarnar hjá einum av tínum avvarðandi, og umhugsar tú at tosa við viðkomandi um tað, kanst tú taka støði í nøkrum ávaringarteknum:

  • Tykist persónurin ótryggur, tá hann koyrir bil?
  • Øsir persónurin seg lættliga um aðrar bilførarar?
  • Eru skøvur og merki á bili, hegni, bilhúsi o.l.?
  • Hevur persónurin ilt við at kunna seg í kendum øki?
  • Hevur persónurin trupulleikar við at lesa skelti, ljóstekin og frámerki á vegnum?
  • Dugir persónurin illa at plasera í rætta farbreyt?
  • Er persónurin av og á í vandastøðum í ferðsluni?
  • Hevur persónurin verið í ferðsluóhappi ella fingið bøtur fyri mistøk í ferðsluni?