Endurnýggja koyrikortið

Sjón og hoyrn vikna við árunum og viðbragdstíðin (reaktiónstíðin) versnar. Frá tí degi tú fyllir 70 ár, er tí neyðugt at endurnýggja koyrikortið við jøvnum millumbilum. Fyri at koyrikortið skal verða endurnýggjað, krevst m.a. læknaváttan og at umsókn verður send Akstovuni.

 

Les meira um endurnýggjan av koyrikorti á heimasíðuni hjá Akstovuni