Torføra samrøðan

Velur tú at tosa við ein avvarðandi um versnaðu førleikarnar at koyra bil, kanst tú vænta, at persónurin gerst keddur ella óður. Møguliga veit viðkomandi, at tú hevur grein í tínum máli, men tankin um avmarkingar í tí frælsinum, ein bilur gevur, kann ivaleyst tykjast ræðandi. Hóast samrøðan ikki fær avleiðingar beinanvegin, kann vera, at persónurin umhugsar støðuna og seinni fylgir tínum ráðum.

 

Samrøðan kann m.a. snúgva seg um:

  • at tit umrøða, hvat hendir, um hann/hon ikki longur kann koyra bil
  • at tú vísir á tín ótta fyri, at okkurt hendir honum/henni í ferðsluni
  • at tú greiðir frá tínum ótta fyri, um hann/hon verður orsøk til, at onnur fáa mein í ferðsluni
  • at tú vísir á, at tú ert bangin, tá tú koyrir við honum/henni, og at tú ikki vilt lata børnini koyra við honum/henni
  • at tit tosa um aðrar flutningsmøguleikar enn í egnum bili

 

Ger samrøðan ongan mun, kanst tú tosa við læknan hjá persóninum. Læknin kann ikki tosa við teg um heilsustøðuna hjá viðkomandi, men tú kanst gera læknan varugan við tín ótta.  Læknin kann geva einum persóni koyriforboð, um heilsustøðan hjá einum persóni ger, at hann ikki kann koyra bil.  Metir læknin, at persónurin ikki hevur í hyggju at akta hesi boð, hevur hann skyldu at boða myndugleikunum frá.