Eldri til gongu

Flestu óhapp við eldri fólki til gongu henda, tá tey skulu tvørtur um vegin við ein krossveg. Óhappini henda, tí eldri fólk ofta hava ilt við at meta um frástøðu og ferð hjá bilunum, og tí at tey sjálv ganga seint. Av tí at eldri fólk vanliga eru viðbrekin, fáa tey ofta álvarsligari løst enn onnur í ferðsluóhappi.

 

Slepp undan óhappi

  • Far tvørtur um vegin á tryggum staði. Minst til, at stytsta leið er ikki altíð tryggasta leið.
  • Gongur tú spakuliga, far so til gongu, beint sum ljósið verður grønt í gonguteigi við ljóskurv
  • Skiftir ljósið til reytt, meðan tú ert á gonguteiginum, halt fram tvørturum
  • Tú ert sjónligari í ljósum klæðum, tá tað er myrkt
  • Brúka endurskin í myrkri
  • Halt teg kropsliga virkna/n
  • Slepp tær undan hálum gongubreytum

 

Dett ikki

Nógv eldri fólk kenna seg ótrygg at ganga á gongubreyt, har undirlagið er ójavnt ella ljósið er vánaligt. Til ber, í ávísan mun, at fyribyrgja falli:

  • Um undirlagið er javnt uttan hol og ójavnar flísar
  • Um eingi skelti, súkklur og annað standa á gongubreytini, so trupult er at sleppa framvið
  • Um ljósið er gott

 

Tú kanst seta teg í samband við teknisku deild hjá kommununi, um tú heldur, at ávísar gongubreytir hava tørv á ábótum.