Til foreldur

Børn og ferðsla er ein samanseting, sum kann elva til mikið høvuðbrýggj hjá foreldrum. Tað kann bæði vera, tá børnini eru smá og hava hug at ganga sjálvi úti á vegnum og spæla, men eisini foreldur at tannáringum hava stundum svøvnleysar nætur av ótta fyri vandunum í ferðsluni.

Foreldur kunnu vera við til at menna hugburðin hjá barninum um atburð í ferðsluni heilt frá tí at børnini eru heilt lítil, men eisini ítøkiligar venjingar við smáu børnunum eru umráðandi fyri, at børnini duga at bera seg rætt at. Umráðandi er eisini, at tú sum foreldur ert ein góð fyrimynd, og at tú veitst, hvussu barnið verður rætt íbundið, hvussu súkkluhjálmurin skal sita o.s.fr.