Ferðsla og skúlabyrjan

Tað er stórur dagur, tá ið barnið fer í skúla. Nýggjur heimur letur seg upp, og avbjóðingarnar verða fleiri. Ein avbjóðingin er skúlaleiðin. Skal barnið  verða koyrt í skúla, skal tað ganga ella fara við bussi? Sama, hvat ið hóvar tykkum best, hevur tað stóran týdning, at barnið longu á ungum árum lærir at bera seg at í ferðsluni á skilagóðan hátt og kennir seg trygt á veg í skúla og til húsar aftur.

 

Hvat dugir barnið?

Ymiskt er, hvussu barn um 6-7 ára aldur klárar seg í ferðsluni. Tað veldst um, hvussu búgvið barnið er, og hvussu nógv tað veit um ferðslu. Tó eru fleiri felagsnevnarar:

 

  • Tey duga illa at meta fjarstøðu og ferð
  • Tey síggja støður frá sínum sjónarhorni og duga illa at síggja støður úr fleiri sjónarhornum
  • Tey hava ilt við at meta um tað, ið fer at henda, og síggja eina vandastøðu, ið kann taka seg upp 
  • Tey síggja smálutir, men fata ikki altíð heildina
  • Tey gera ofta skjótt av og gloyma at hyggja rundan um seg
  • Tey vænta, at vaksin altíð halda ferðslureglurnar

 

Sostatt tørvar børnum hjálp og venjing, so tey kunnu fara í skúla trygg og sjálvbjargin.

 

Tummilsregla: Børn megna nústani at ganga einsamøll í ferðsluni um 8-10 ára aldur alt eftir nærumhvørvi, og hvussu búgvin tey eru.