Í bili

Ferðsla á morgni er ofta nógv og rokalig, og vegurin við skúlan er mangan ikki gjørdur til nógva ferðslu. Tí kann vandi lúra, so vís fyrilit fyri øðrum í ferðsluni kring skúlan.

 

  • Fylg ásetingunum hjá skúlanum um parkering, og hvar børnini kunnu verða sett av
  • Lær barnið at fara úr bilinum tí megin, sum vendir ímóti gongubreytini
  • Minst altíð til trygdarbeltið – hjá øllum í bilinum. Eisini hóast teinurin er stuttur

 

Børn lægri enn 140 cm eiga ikki at sita við stoytkodda (airbag). Tey kunnu fáa álvarsligt mein av stoytkoddanum. Stoytkoddin er gjørdur til at verja vaksin, og hann verður sendur út við í minsta lagi 300 km/t, tá samanstoytur er. Børn kunnu fáa álvarsligt mein av stoytkoddanum.

 

Lógarkrav

Sambært lóg skulu børn sita á bilpútu ella bilpútu við stólabaki til tey eru 135 cm. Tú fært eitt klipp í koyrikortið, sita børn undir 15 ár ikki íbundin í bilinum, ella um børn undir 135 cm ikki eru íbundin við góðkendari trygdarútgerð, sum hóskar til longd og vekt á barninum.