Í bussi

Koyrir barnið við bussi í skúla, vel tryggastu leiðina til og frá steðgiplássinum. Far heimanífrá í góðari tíð, so ikki er neyðugt at renna til bussin. Ven alla skúlaleiðina saman við barninum – fleiri ferðir.

 

  • Lær barnið at sita niðri í bussinum og vera bundið í trygdarbelti, tá ið er í bussinum
  • Vís barninum, hvussu tað skal standa við steðgiplássið, so bussførarin sær tað
  • Lær barnið at fara í bussin og úr honum á rættan hátt
  • Lær barnið, at tað skal ikki  fara tvørtur um vegin, fyrr enn bussurin er farin, og gott sýni er aftur

 

Allir bussar hjá Bygdaleiðum hava trygdarbelti.

 

Lógarkrav

Tað er lógarkrav at sita íbundin í einum bussi, sum hevur trygdarbelti, býarbussar undantiknir.