Til gongu

Lat barnið ganga í skúla, um tað á nakran hátt ber til. Frísk luft og rørsla gera, at barnið er væl fyri at fara undir skúladagin. Ferðslan verður ikki so nógv í nánd av skúlanum, og tí verður trygdin av sær sjálvari betri, um børnini ganga heldur enn at verða koyrd í skúla.

 

Vel eina leið, sum er trygg hjá barninum. Tann trygga leiðin er ikki altíð tann stytsta leiðin, men tann leiðin, har barnið so sjáldan, sum til ber, skulu fara tvørtur um veg. Ven skúlaleiðina saman við barninum, longu áðrenn skúlin byrjar, og fylg barninum í skúla ta fyrstu tíðina.

 

  • Vís barninum á ferðsluvandarnar á leiðini og lær barnið at hyggja fram fyri seg og lurta eftir ferðsluni
  • Lær barnið at fara tvørtur um veg, har tað er trygt at fara yvirum og at hyggja til báðar síður
  • Lær barnið at brúka gongubreyt og gonguteig og hyggja væl fyri sær
  • Lær barnið at ganga vinstrumegin, um eingin gongubreyt er

 

Sýni

Børn eru smá á vøkstri, hava tí avmarkað sýni og síggjast heldur ikki so væl. Far niður at húka og eygleið ferðsluna í barnahædd, tá ið tú venur saman við barninum.

 

  • Lær barnið at vera serliga ansið, um tað noyðist at fara út á vegin ímillum parkeraðar bilar ella aðrastaðni, har tað ikki sæst væl
  • Brúka altíð endurskin og/ella endurskinsvest, tá ið myrkt er á morgni og seinnapartin
  • Vaska endurskinini javnan og blaka slitin endurskin burtur. Eftir tveimum árum eru endurskin slitin og virka tí verri. 

 

Tilmæli

Gev barninum fáar og einfaldar ferðslureglur at halda seg til.