Á ferð við stovninum

Tá børn á stovni ella í dagrøkt skulu flytast í bilum, galda somu reglur, sum tá koyrt verður í privatbilum. Summir stovnar hava kortini onga útgerð, og ein møguleiki er tí, at foreldrini sjálvi fáa útgerð til vega.

 

Børn í bussi

Bussar, sum eru skrásettir síðani 1999, skulu hava trygdarbelti á øllum setrum, býarbussar tó undantiknir. Meginreglan er, at eru trygdarbelti í bussinum, skulu tey verða brúkt. Tá stovnurin skal túr við bussi, skulu børn úr trimum árum vera íbundin, um trygdarbelti eru í bussinum. Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir til, at stovnar og skúlar einans brúka bussar við vanligum trípunktsbelti.

 

Tryggast eru børnini, um tey sita íbundin aldurssvarandi trygdarútgerð. At kalla eingin trygdarútgerð til børn er góðkend til mjadnabelti, so umráðandi er at kanna frammanundan, at bussurin hevur trípunktsbelti. Ansa eftir, at børnini ikki smoyggja skákbeltið undir armin ella afturum bak – hetta kann vera lívshættisligt í samanstoyti.

 

Koyring í hýruvogni

Nýtir stovnurin ella dagrøktin hýruvogn, kann avtala gerast við eitt hýruvognsfelag um at hava tøkar barnastólar og bilpútur. Annars kunnu børnini hava sína egnu útgerð.

 

Er góðkend útgerð tøk til børn undir 3 ár, skal hon verða nýtt. Børn eldri enn 3 ár skulu verða spent føst við vanliga trygdarbeltinum á baksetrinum ella við serútgerð, um hon er til. Í hýruvogni, eins og í øðrum bilum, má bara ein persónur sita á hvørjum setri. Tá tú bíleggur hýruvogn, kanst tú spyrja, um tey hava barnaútgerð til túrin.