Brúktur bilstólur

Livitíðin hjá einum bilstóli er uml. 10 ár.

 

Brúktur bilstólur

Keypir tú ein brúktan bilstól, er týdningarmikið at kanna eftir, um stólurin er heilur. Tak klæðið av stólinum og hygg eftir skaðum á plastlutir og belti. Eru rivur ella tekin um slit, skal bilstólurin koyrast burtur. Kanna eisini, um bilstólurin hevur røttu góðkenningina.

 

Kanna framleiðsludag

Framleiðsludagurin hjá bilstólinum sæst á einum klistrimerki ella stempli í neðra á bilstólinum. Á eldri bilstólum er ofta einki frámerki við framleiðsludegi, tí tað hevur ikki altíð verið lógarkrav.

 

Minst til nýtsluvegleiðingina

Keypir tú ein brúktan bilstól, eigur tú at tryggja tær at fáa nýtsluvegleiðingina við, so tú kanst festa stólin á rættan hátt.

 

Bilstólur í ferðsluóhappi

Hevur ein bilstólur verið í einum ferðsluóhappi, eigur hann at verða koyrdur burtur, eisini hóast eingin sjónligur skaði er á bilstólinum.